HGV Sp/F

  • Faroese
  • English

Vit hava tann mest orkusparandi føroyska ketilin, sera orkusparandi, friðarligur og gevur nógv heitt vatn til brúsuna.

Ventilatión

Ventilatión í sethús er seinastu árðini blivin ein størri og størri partur av virksemi okkara.

Í teimum gomlu húsunum, ið oftast vóru uttan bjálving, og við einkultum glasi í teimum ótøttu vindeygunum, var altíð nóg mikið av frískari luft inni.

Húsini skulu sleppa at anda.

Nýmótans hús eru bjálvað serað væl, hava dampsperru, og hava mangan 2 og 3 dupult glas, og eru í allar mátar fløskutøtt í mun til gomlu húsini.

Eitt fólk, ið liggur og svevur ”andar út” eina stóra mongd av vatni gjøgnum eina nátt.
Um ein hongur sær eitt Hygrometur upp t.d í hjúnarkamarinum, sæst at luftvætan kann koma uppá uml. 90% um vindeyga og hurðin er afturlatin.

Tí er neyðugt við sonevndari mekaniskari ventilatión, t.v.s. motorar, ið blása fríska luft inn, og súgva gamla luft út.
Fyri at nýggja luftin ikki skal verða ov køld, og fyri at vætan skal verða uml. 40 –50 %, er neyðugt at hita hesa upp, partvís við at endurvinna hitan úr gomlu luftini, og partvís við at blása luftina gjøgnum eina hitaflatu, ið er upphitað frá hitaskipanini í húsunum. Okkara royndir við luftskipanum siga, at tann besta loysnin er at blása fríska luft inn í øll kømur, og súgva úr gongdini, wc/bað, og køki.

Úr stovuni verður bæði sogið út, og blást inn.

Luftskipanin gerð, at húsfólki hevur tað nógv betur, og fleiri dømi eru um fólk við ovurviðkvæmi, ið fáa tað munandi betur við einari luftskipan í húsunum.

Skipanin ger eisini at munandi minni er av støvi og royki í húsunum.

Tosa við okkum um luftskipan, vit hava royndirnar!