HGV Sp/F

  • Faroese
  • English

Vit hava tann mest orkusparandi føroyska ketilin, sera orkusparandi, friðarligur og gevur nógv heitt vatn til brúsuna.

Bátaketlar

At verða fiskimaður er hart arbeiði, kalt og strævið, men!

 


Allur bæti bøtur, og nú kan gerðast nógv liviligari hjá bæði manning og útgerð. Hugsa tær at koma umborð á ein bát ella skip har motorurin altíð er heitur, radiatorar ella heit gólv eru, og heitt vatn í krananum ella í brúsuni; Ja tað er annað lívið.  

Síðan 2006 hava vit framleitt og selt teir sera væl móttiknu ketlarnar til bátar og skip. Hesir ketlarnir ið vit kalla B18 eru 18 kw, og verða seldir við fýring, pumpu, einum vekslara, og ymiskum tilhoyri. Hesir ketlarnir sita umborð á nógvun bátum og skipum og virka avberða væl. Oljufýring og pumpa eru 230V og tí er neyðugt at hava umformara frá 12 ella 24 V um báturin hevur tað.


Ketilin veitir 18 kw.
Roykrørið er 76 mm.
Hædd X Breidd: 420 x 420 mm.
Longd uttan fýring 500 mm.